English
Menu

Verkstaður


Í leigaðum hølum okkara Úti við Neyst í Hvalvík, hava vit verkstað og eykalutagoymslu. Bygningurin er um 400 m2 til støddar og vit hava 4 breytir at umvæla lastbilar, bussar og Renault vøruvognar í. Verkstaðurin hevur grøv og lyftu og annars hava vit øll neyðug amboð og nýggjast teldutøkni at fremja allar størri og minni umvælingar.


Verkstaðurin okkara er góðkendur Volvo og Renault verkstaður.


Ynskir tú at bíleggja tíð á verkstaðnum kanst tú eisini ringja til Torleif tel 73 93 00 ella Johannes á tel 73 93 04.