English
Menu

Kellingin er farin til Eiðis

Á Eiði býr nú ein kelling aftrat. Nýggi Volvo FH540 bilurin hjá Hans Egil Joensen og synir, ið er vælútgjørdur við einum Palfinger PK65002 SH krana, bátastyttum og útgerð til at grabba hevur fingið navni Kellingin.

Vit ynskja Kellingini og Jógvan Kári Eidesgaard, ið nú koyrir í nýggja bilinum, hjartaliga tillukku og bestu eydnu framyvir.