English
Menu

Um okkum


PL-stórbilar varð stovnað í juni mánaða 2011. Eigarar eru Petur Larsen pf (75%) og Torleif Nón, verkførari (25%). Samstarvið millum partarnar sum Volvo verkstaður fór í gongd á heysti í 2010 tá táverandi Volvo umboðið lat aftur og tí høvdu Volvo lastbila- og busseigarar einki Volvo verkstað at senda sínar bilar á. Virksemi byrjaði í bygningum hjá Petur Larsen pf á havnarlagnum í Fuglafirði.


Tá Volvo Truck Danmark bjóðaði áhugaðum at gerast alment Volvo umboð í Føroyum bjóðu vit okkum fram og valdi Volvo Truck Danmark okkum at gerast umboð uppá Volvo lastbilar og bussar í Føroyum. Avtalað varð undirskrivað við Volvo Truck Danmark í mai 2011.

Stutt eftir at avtalan varð undirskrivað fluttu vit úr bygninginum hjá Petur Larsen í Fuglafirði til núverandi verkstað okkara í Hvalvík.


Vilt tú vita meira um PL-stórbilar kanst tú seta teg í samband við Rógva Róin, dagliga leiðaran hjá PL-stórbilum, á tel 56 57 58.