English
Menu

Renault verkstaður og bilsøla


Sum partur av Volvo Trucks samtakinum umboða vit nú eisini Renault í Føroyum. Hetta merkir, at verkstaður okkara er góðkendur Renault verkstaður. Vit átaka okkum tí at gera allar vanligar umvælingar av Renault Master vørubilum og chassis. Harumframt veita vit tænastu og dagføring av software á vøruvognum.

Vit kunnu eisini fáa til vega allar eykalutir til nevndu Renault Master.

Hevur tú fyrispurningar um eykalutir, ella ynskir tú at bíleggja tíð á okkara verkstaði, kanst tú ringja á tel 765 765 ella senda teldupost til as@pls.fo

 

Søla av Renault vøru- og lastbilum

Umframt verkstað og eykalutasølu selja vit eisini nýggjar Renault Master og D-cab úr 2,5 tons upp til 7,5 tons.


Les meira um Renault Master vøruvognar her!


Les meira um Renault Master chassis her!


Les meira Renault D-Cab 3,5-7,5 tons sæst her!



Beint nú hava vit eitt sera gott tilboð upp á ein Renault Master 135.35 L2H2 vøruvogn. Les meira um tilboðið trýst her!


Vilt tú vita meira um nýggjar Renault, kanst tú seta teg í samband við okkara sølumann, Njal R.-Petersen, á tel 755 128 ella nrp@pls.fo